JóhannaThomsen FOTO

JóhannaThomsen FOTO

www.johannathomsen.com

info@johannathomsen.com

Newborn myndatøka

NewbornPosted by johanna 02 Apr, 2014 01:07:24
Ein av bestu uppgávunum eg fái í arbeiðinum hjá mær, er at sleppa at taka myndir av spildur nýggjum baby'um. Tey eru so mjúk og elskulig, hava so pinka lítlar bibbur og so eru tey ótrúliga fotogen.

Fyrradagin slapp eg avmynda hesa fittu 11 dagar gomlu didduna.


Myndatøkan gekk væl. Vit byrjaðu við einari uppsetan við "himmalsong" og fingu góðar myndir beinanvegin.



Men so vær diddan eitt sindur órólig, so vit tóku eina pausu. Hon fekk eta og fekk nøkur klemm frá mammuni og pápanum. Og so var alt so gott. Hon sovnaði og nú lá væl fyri at taka elskuligar myndir av henni.


Hendan myndatøkan tók umleið 2 tímar. Eg seti altíð minst tríggjar tímar av til eina newborn myndatøku, tí man veit jú ongantíð hvussu hetta lítla barnið hevur tað. Vil tað hava eta, skal tað ropa, skal tað hava nýggja blævu ella skal tað líka hava klemm frá mammu ella babba. Alt tað skal man hava tíð til, til eina tílíka myndatøku.