JóhannaThomsen FOTO

JóhannaThomsen FOTO

www.johannathomsen.com

info@johannathomsen.com

Sólfríð + Rógvi

PørPosted by johanna 05 Aug, 2014 21:31:11
Eg var saman við hesum fitta, vakra parinum eina løtu í gjár, vit tóku nakrar myndir í góðveðrinum. Um ein mánað sleppi eg aftur at taka myndir av teimum, tá vera tey brúðarklødd og tað gleði eg meg ordiliga nógv til.
Her eru nakrar av myndunum, sum vit tóku í gjár.






Ferming 2014

FermingPosted by johanna 29 Apr, 2014 20:30:52
Sunnudagin var konfirmatión i Gøtu kirkju, og eg var so heldig, at eg slapp at taka myndir av trimum av konfirmantunum.




Øll trý líka fitt, fín og fotogen.

Veðrið var ikki av tí allarbesta, men øll vóru líka við uppá at taka myndir. Pláss var bæði fyri siðbundnum myndum...


...og teimum eitt sindur minni siðbundnu myndunum
Dreingir skulu ikki til frisør ella leggja make-up til fermingina, teir skulu "bara" í fín klæðir, so eri teir til reiðar, tí ber til at taka myndir av dreingjum ein annan dag enn sjálvan fermingardagin. Leygardagin áðrenn fermingina fóru eg og hesin fitti drongurin at taka myndir


Nú eru várkonfirmatiónirnar 2014 um at verða av, eg havi tó tveir konfirmantar komandi sunnudag, og tað gleði eg meg eisini nógv til.

Eg havi eisini fleiri bókingar til heystkonfirmatiónirnar, men enn eru nakrar tíðir eftir, so um tú skalt fermast ella er mamma til ein, sum skal fermanst í heyst, og vil hava góðar myndir, so er bara at sláa uppá tráðin





Newborn myndatøka

NewbornPosted by johanna 02 Apr, 2014 01:07:24
Ein av bestu uppgávunum eg fái í arbeiðinum hjá mær, er at sleppa at taka myndir av spildur nýggjum baby'um. Tey eru so mjúk og elskulig, hava so pinka lítlar bibbur og so eru tey ótrúliga fotogen.

Fyrradagin slapp eg avmynda hesa fittu 11 dagar gomlu didduna.


Myndatøkan gekk væl. Vit byrjaðu við einari uppsetan við "himmalsong" og fingu góðar myndir beinanvegin.



Men so vær diddan eitt sindur órólig, so vit tóku eina pausu. Hon fekk eta og fekk nøkur klemm frá mammuni og pápanum. Og so var alt so gott. Hon sovnaði og nú lá væl fyri at taka elskuligar myndir av henni.


Hendan myndatøkan tók umleið 2 tímar. Eg seti altíð minst tríggjar tímar av til eina newborn myndatøku, tí man veit jú ongantíð hvussu hetta lítla barnið hevur tað. Vil tað hava eta, skal tað ropa, skal tað hava nýggja blævu ella skal tað líka hava klemm frá mammu ella babba. Alt tað skal man hava tíð til, til eina tílíka myndatøku.